- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ýðir við flogdiskum
Í sendingini Góðan Morgun Føroyar varð í morgun ringt til vertirnar í poddvarpsrøðini UFO-kjallarin fyri at vita, hvat teir vita at fortelja um hetta.
- Teir seinastu tveir mánaðirnar hava fleiri flogskiparar á ferðafólkaflogførum sæð okkurt í luftini yvir Kyrrahavinum, greiðir annar verturin frá.
Skap sum ein tríhyrningur
Tað, sum hesir flogskiparar siga, er, at tað flýgur í ring, beint frameftir og upp og niður við miklari ferð.
- Tað, sum tey siga seg síggja, er løgin ljós, tað hevur skap sum ein tríhyrningur, ongar veingir, og har er onki sum bendir á, at har er nakar motorur, ið gevur hita frá sær, og so kann tað býta seg sundur mitt í øllum og koma saman aftur, greiða vertirnir í UFO-kjallarnum frá.
Flogskiparar hava í fleiri umførum ringt til ymisk flogtorn fyri at vita, um tey vita, hvat hetta er, ella um tey síggja á radaranum, um okkurt er nærhendis flogfarið.
FBI hevur fingið fatur á fleiri flogskiparum, sum siga seg vilja stíga alment fram og fortelja, hvat tað er, sum teir hava upplivað og sæð.
Í summum førum síggja tey fleiri og onkuntíð einstakar flogdiskar.
- Hesir flogdiskar kunnu fara frá at flúgva langt uppi í lofthavinum, og so mitt í øllum við miklari ferð kava niður í havið og koma upp aftur, býta seg sundur í tvey og hvørva, so hetta er ógvuliga gátuført og spennandi, siga vertirnir í UFO-kjallarnum.
Nýggj frágreiðing á veg
Pentagon skuldi almannakunngera eina nýggja UFO-frágreiðing síðst í oktobur, men hon er ikki almannakunngjørd. Tað er tó okkurt likið út til miðlarnar um, hvat stendur í hesi frágreiðing.
- Í tí fyrru vóru 143 gátuførar UFO sjónir, og bert ein av hesum høvdu tey møguliga eina náttúrliga frágreiðing til, men í tí nýggju eru 360 UFO sjónir, og har eru 160, sum tey ikki hava ánilsi fyri, hvat er, siga vertirnir í UFO-kjallaranum.
Longri samrøða við vertirnar í UFO-kjallaranum í Góðan Morgun Føroyar