Putin fer ikki á G20-toppfund

Putin fer ikki á G20-toppfund
Fleiri halda, at Putin torir ikki at vera hjástaddur, tí hann stúrir fyri, at onkur fer at royna at beina fyri sær
Putin, forseti, sendir uttanríkisráðharran fyri seg á G20-toppfundin í Indonesia.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.11.2022 - 14:56

Russiski forsetin, Vladimir Putin, fer ikki til Indonesia í næstu viku á G20-toppfund. Í staðin fer uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, at umboða Russland á fundinum, skrivar Reuters.

Tað hevur verið gitt um, um Putin sjálvur fór at vera til staðar á fundinum í Bali, og røddir vóru frammi um, at ein fundur millum Putin og amerikanska forsetan, Joe Biden, kundi koma í lag, meðan teir báðir vóru staddir í Indonesia.

Men so verður ikki. Roknað verður tó við, at Vladimir Putin fer at vera við á einum videofundi á G20. Fleiri halda, at orsøkin til, at Putin ikki sjálvur verður til staðar, er at hann stúrir fyri, at onkur fer at royna at beina fyri sær.

 

G20-toppfundurin er hesa ferð í Bali í Indonesia (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Indonesia undir trýsti

Indonesia hevur verið undir trýsti frá vesturheiminum um at taka innbjóðingina hjá Vladimir Putin aftur og ikki loyva Russlandi við á fundin orsakað av krígnum í Ukraina. Men indonesisku vertirnir hava sagt, at tað ikki ber til uttan semju millum limalondini.

Í Financial Times er indonesiski forsetin, Joko Widodo, endurgivin fyri at hava sagt, at "G20 er ikki ætlaður sum ein politiskur pallur. Tað er ætlað at vera um búskap og menning."

 

Heimsins størstu búskaparlond

G20 er felagsskapurin hjá 19 av heimsins størstu búskaparlondum umframt ES. Felagsskapurin viðger stórmál, sum hava samband við globala búskapin, eitt nú figgjarligt støðufesti, veðurlagsbroytingar og burðardygga menning.

Fundurin í Indonesia, sum verður í Bali týsdagin og mikudagin í næstu viku, verður fyrsti G20-toppfundurin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519