Dómur í Eikmálinum 22. november

Dómur í Eikmálinum 22. november
Eik-menninir krevja frídøming í Landsrættinum, ella at skula gjalda minni enn 150 mió. kr. í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti
Dómur fellur í Landsrættinum í Eikmálinum 22. november. (Savnsmynd)
 
11.11.2022 - 08:14

Týsmorgunin 22. november kemur dómurin hjá Eystara landsrætti í Eikmálinum.

Tað stendur í rættarlistanum hjá Landsrættinum.

Málið er millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eikmenninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

Teir tríggir Eikmenninir vóru í Føroya rætti 18. november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. Teir kærdu dómin til Landsrættin.

 

Her er fráboðanin frá Landsrættinum í rættarlistanum um, at dómur fellur í Eikmálinum 22. november. 

 

Krevja frídøming ella linari revsing

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.

Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

Málið byrjaði í Landsrættinum 26. apríl. 25 rættardagar vóru settir av.

Fimta deild hjá Eystara landsrætti, tríggir dómarar, kemur til Føroya 21. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328