Føroyar og Grønland størri lut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum

Føroyar og Grønland størri lut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum
Føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini høvdu fund við Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðharra, í gjár
Mette Frederiksen roynir framvegis at skipa nýggja stjórn í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.11.2022 - 08:37

Føroyar og Grønland skulu hava størri lut, tá Danmark ger uttanríkis- og trygdarpolitikkin.

Tað søgdu fólkatingsfólkini úr Føroyum og Grønlandi, tá tey í gjár hittu Mette Frederiksen, sum roynir at gera stjórn í Danmark.

Sambært Jyllands-Posten sigur Anna Falkenberg, at Føroyar og Grønland skulu bæði fyrr og meira upp í avgerðir, sum skulu takast um Norðuratlantshavið, Arktis og um uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá ríkinum.

Hon sigur, at hetta skal vera í ríkisfelagsskapinum, tí vit eru sterkari saman enn hvør sær, sigur Anna Falkenberg.

Sjúrður Skaale sigur við Jyllandsposten, at avgerðirner um Føroyar skulu takast í Føroyum, og ikki uttan um Føroyar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040