- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki ísfiskalínuskip er til fiskarí, men øll frystilínuskipini eru
Einki ísfiskalínuskip er til fiskarí, men øll frystilínuskipini eru
Fiskamarknaður Føroya skrivar, at einki ísfiskalínuskip er til fiskarí, og øll frystilínuskipini uttan eitt eru til fiskarí

11.12.2022 - 12:39
Einki ísfiskalínuskip er til fiskarí, men væntandi fer okkurt út, tá ið veðrið verður betri.
Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya.
Øll frystilínuskipini uttan eitt eru til fiskarí. Okkurt landar í næstu viku, men tey flestu landa væntandi í aðru viku.
Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður norðanfyri, tí hóast streymurin er góður, verður liggjandi høgætt við nakað av vindi mestsum alla vikuna. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og fer helst at landa síðst í næstu viku. Ein liggur við bryggju.
Fimm partrolarapør eru til fiskarí, og fara tey flestu at landa í næstu viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























