Innflutningurin vaks 39 prosent

Innflutningurin vaks 39 prosent
Fyrstu tíggju mánaðirnar innfluttu vit fyri 10,5 milliardir kr., 13 prosent meira enn alt árið í fjør
Higartil í ár hava vit innflutt brennievni fyri 2,1 milliard kr., 85 prosent meira enn somu tíð í fjør
 
16.12.2022 - 11:10

Innflutningurin fyrstu tíggju mánaðirnar ár var 10,5 milliardir krónur, ella 39 prosent størri enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Verða skip og flogfør ikki tald við, er vøksturin 25 prosent.

Innflutningurin alt árið í fjør var 9,3 milliardir kr., og tað var met.

Sostatt er innflutningurin fyrstu tíggju mánaðirnar í ár 13 prosent størri enn alt árið í fjør.

Oljuprísurin sæst aftur í innflutningtølunum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard kr., ella góð 85 prosent meira enn somu tíð í fjør.

Annars stavar vøksturin í innflutninginum frá tilfari og øðrum til vinnulívið. Vøksturin er millum 20 og 30 prosent.

Vøksturin til beinleiðis nýtslu er bara eitt prosent. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523