Ósamd um eftirløn til starvsfólk, ið arbeiða niðursetta tíð

Ósamd um eftirløn til starvsfólk, ið arbeiða niðursetta tíð
Starvsfelagið sigur, at um neyðugt fer felagið í Fasta gerðarrætt, noktar Fíggjarmálaráðið stovni at gjalda fult eftirlønargjald
Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið eru ikki samd um eftirlønina hjá fólki, sum eru eldri enn 60 ár, og arbeiða niðursetta tíð.
 
21.12.2022 - 08:44

Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið eru ikki heilt samd um eftirlønina hjá fólki, sum eru eldri enn 60 ár, og arbeiða niðursetta tíð.

Fíggjarmálaráðið góðtók tulkingina hjá Starvsfelagnum í einum ítøkiligum máli.

Men tað vil ikki veita vissu fyri, at hetta er galdandi í øllum slíkum málum. 

Starvsfelagið sigur, at tað fer, um neyðugt, í Fasta gerðarrætt, noktar Fíggjarmálaráðið stovni at gjalda fult eftirlønargjald.

 

Vísa til eldrapolitikkin

Starvsfelagið sigur, at í eldrapolitikkinum í sáttmálanum stendur, at starvsfólk, sum eru farin av 60, kunnu gera avtalu við arbeiðsgevaran um at arbeiða niðursetta tíð.

Sjálvandi við tilsvarandi niðursettari løn, men tó við eftirlønargjaldi av fullari løn.

Ein limur hjá Starvsfelagnum, sum fylti 67, fór niður í arbeiðstíð.

Men Gjaldstovan vildi bara gjalda eftirlønargjald av lønini fyri niðursetta arbeiðstíð, ikki av fullari løn.

Orsøkin var, at tá fólk eru vorðin 67 ár, ber ikki til at gjalda til eftirlønarskipan longur.

 

Fíggjarmálaráðið hevur góðtikið tullkingina í einum ávísum máli, men vil ikki veita vissu fyri, at tað eisini verður galdandi øllum slíkum málum.

 

Eftirlønin goldin út saman við lønini

Starvsfelagið vísti á, at limir, sum gerast 67 ár og halda fram við at arbeiða, fáa eftirlønargjaldið útgoldið saman við lønini.

Starvsfelagið kærdi málið til Mentamálaráðið, sum varðar av stovninum, limurin arbeiðir hjá. 

Starvsfelagið fekk viðhald í Fíggjarmálaráðnum, sum tó ikki vil lova, at hetta er galdandi í øllum slíkum málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597