5.021 bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum um dagin í fjør

5.021 bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum um dagin í fjør
Í desember var ferðslan 5.169 akfør um samdøgrið
Í desember koyrdu 5.169 bilar í tunlinum um samdøgrið afturímóti 4.619 í 2021.
 
05.01.2023 - 14:39

5.021 bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í miðal hvønn dag í fjør.

Tað eru 573 fleiri bilar í miðal um dagin samanborið við 2021. Tá koyrdu 4.448 akfør í miðal.

Tað vísa tøl hjá tunnilsfelagnum.

Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, segði við útvarpið stutt fyri jól, at ferðslan í Eysturoyartunlinum skal vaksa 2200 bilar um samdøgrið, áðrenn tað fer at hanga saman fíggjarliga. 

Í desember koyrdu 5.169 bilar í tunlinum um samdøgrið afturímóti 4.619 í 2021.

 

Minni ferðsla í hinum tunlunum

Ferðslan í Norðoyartunlinum minkaði í desember.

3.415 bilar koyrdu í tunlinum um samdøgrið í desember. Í desember í 2021 koyrdu 3.984 akfør ígjøgnum um samdøgrið.

Ferðslan í Vágatunlinum er eisini minkað í desember samanborið við desember í 2021.

2007 bilar koydu ígjøgnum um samdøgrið í desember í fjør, meðan talið var 2250 í desember í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816