Tríggjar kommunur fingu minni skatt í fjør

Tríggjar kommunur fingu minni skatt í fjør
Allar hinar fingu meira skatt, summar væl meira enn árið fyri
Skúvoyar kommuna fekk 5,8 prosent minni í skatti í fjør enn í fyrraárið.
 
09.01.2023 - 08:39

Bara tríggjar kommunur fingu minni skatt í fjør enn í 2021.

Allar hinar fingu meira skatt, summar væl meira enn árið fyri.

Fugloyar kommuna fekk 11,5 prosent minni í fjør, Skúvoyar kommuna 5,8 prosent minni, og Fámjins kommuna fekk 5 prosent minni í fjør enn í 2021.

Hetta eru lítlar kommunur, so tølini eru smá.

 

10 prosent meira

Summar kommunur fingu yvir 10 prosent meira í kommunuskatti í fjør enn árið fyri.

Kunoy fekk 12 prosent meira, Húsavík eisini 12 prosent meira, Hvalba 11 prosent, Sumba 11 prosent, Skálavík somuleiðis 11 prosent, og Eiði 10 prosent meira í kommunuskatti í fjør enn í 2021.  

Samanumtikið fingu kommunurnar 120 milliónir meira í skatti í fjør enn í 2021, svarandi til 5,7 prosent. 

Landsskatturin var 7,7 prosent størri og kirkjuskatturin 6,7 prosent. Eftirlønarskatturin var 11,4 prosent størri í fjør enn í 2021. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558