Pensjónistar kunnu forvinna meira - mótrokningin hækkar upp í 300.000 kr.

Pensjónistar kunnu forvinna meira - mótrokningin hækkar upp í 300.000 kr.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í vetur, og tað verður mett at kosta landskassanum 50 milliónir um árið
Pensjónistar, sum arbeiða, kunnu nú forvinna munandi meira, áðrenn mótroknað verður í pensjónini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2026 - 10:52

1. juli næsta ár kunnu pensjónistar, sum arbeiða, forvinna 300.000 krónur, áðrenn mótroknað verður í pensjónini.

Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, tá hann legði fíggjarlógaruppskotið fram fyrrapartin.

Í løtuni kunnu pensjónistar forkvinna 61.900 krónur, áðrenn mótroknað verður. 

Uppskotið um at hækka mótrokningina verður lagt fyri tingið í vetur, og eftir ætlan verður skipanin sett í verk 1. juli 2027. 

Broytingin verður mett at kosta landskassanum 50 milliónir krónur um árið.

Av tí at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár, kostar mótrokningin landskassanum 25 milliónir í 2027.

Hækkingin í mótrokningini hevur við sær, at avlopið á fíggjarlógini næsta ár verður 13,5 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115