Sí myndirnar: Ætla at byrja við at framleiða 600 tunnur av whisky um árið

Sí myndirnar: Ætla at byrja við at framleiða 600 tunnur av whisky um árið
Hátíðarløta í Vestmanna í dag, tá Faer Isles Distillery setti gongd á whiskyframleiðsluna
Bogi Karbech Mouritsen var upprunaligi stigtakarin til Faer Isles Distillery, sum í dag byrjaði whisky-framleiðsluna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2023 - 18:25

“Tað er ein dreymur, ið gongur út,” ásanna Bogi Karbech Mouritsen og Dánial Hoydal, ið eru ávikavist høvuðsbryggjari og stjóri í Faer Isles Distillery, nú fyrstu whiskydroparnir í dag verða latnir tunnur í virkisbygninginum í Vestmanna.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Faer Isles Distillery stjórin, Dánial Hoydal, og stovnarin, Bogi Karbech Mouritsen, fáa teir síðstu smálutirnar upp á pláss, áðrenn gestirnir koma til stóra hátíðarhaldið hjá felagnum. 

Faer Isles Distillery hevur farna árið framleitt akvavitt, ginn og vodka.

Samstundis hevur felagið arbeitt við at seta upp nýggja whisky-framleiðsluútgerð, herundir tveir koparketlar, sum taka ávikavist 5000L og 3600L. 

50 milliónir kostar brennivínsverksmiðjan, nú hon stendur liðug.

Framleiðslan verður 600 tunnur um árið í byrjanini, men framleiðsluorkan hjá brennarínum í Vestmanna er størri enn tað.

Lítla brennaríið, ið verður brúkt til at brenna ginn, vodka og akvavitt, sær út sum ein viðfáningar afturímóti nýggja whisky-brennarínum. 

 

Bjarni Lamhauge til høgru er høvuðsbryggjari og triði maðurin í Faer Isles Distillery saman við Dánali Hoydal og Boga Karbech Mouritsen. Teir hava fingið tveir skotar at koma at leggja sær lag á við bryggingini. 

 

Neyðugt er eisini at brúka nøsina, tá whisky skal bryggjast og brennast, og ikki bara tá tað skal drekkast. 

Kopar og hitamátarar eru avgerandi í tilgongdini at bryggja og brenna brennivín. 

Samstundis so nýggja whisky-verksmiðjan er sett upp, er eisini bygd ein nýggj barr og móttøka í virkisbygninginum, sum skal brúkast til taka ímóti vitjandi og víðka um tilboðið í økinum til ferðafólk og føroyingar sum heild.

Joel Cole hevur snikkað sera snotiligu borðini í barrin til. 

“Málið er at framleiða whisky til útflutnings,” greiðir Dánial Hoydal, stjóri, frá.

Virkisbygningurni er býttur upp í ein verksmiðju part og ein móttøku part. 

Stjórin í og stigtakarin til Faer Isles Distillery hava verið noyddir at gera tað allar mesta sjálvir, eisini í sambandi við móttøkuna í dag. 

Seinastu innstillingarnar, áðrenn whisky-verksmiðjan er klár at seta í gongd. 

Bjarni Lamhauge, høvuðsbryggjari, ruddar tað síðsta av vegnum, áðrenn gestirnir koma. 

Báðir koparketlarnir hava fingið navn. 

Ein goymslubygningur til whiskytunnurnar stendur eisini í gerð oman fyri Kvívík.

 

Menninir handan Faer Isles Distillery náddu eisini at skifta í føroysk klæðir og vóru klárir at taka ímóti mongu gestunum, ið komu á gátt at hátíðarhalda uppstartin av nýggja whisky-brennarínum. 

Stórur áhugi var fyri at síggja nýggja whiksy-brennaríið og hátíðarhalda dagin saman við Faer Isles Distillery.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, klipti snórin til nýggja framleiðsluøkið. Hann lovaði at arbeiða fyri, at broyta lógina soleiðis, at Faer Isles Distillery eisini sleppur at selja sín egna løg. 

 

So var opið í barrini, og vestmenningar hava fingið eitt nýtt býarrúm, ið ætlanin er at hava opið til serlig høvi. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. apríl
Morgunlestur mikudagur 9.apríl 2025
190384
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366