- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burðardygd: Føroyar eru millum fremstu ferðamál

Føroyar eru millum tey fremstu 40 ferðamálini á altjóða listanum yvir GDS-index, ið metir um burðardygd á gistingarhúsum.
- Tað hevur týdning fyri ferðavinnu og vinnuferðavinnu, at vit kunnu vísa á, at vit eru við og kunnu vísa á góða góðsku góðkenning, sigur Annleyg Lamhauge, sum stendur á odda fyri vinnuferðavinnu hjá Visit Faroe Islands.
Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn og hava samstarvað um luttøku og máting av Global Destination Sustainability Index fyri.
Úrslitini fyri 2026 vísa, at 85 prosent av hotellkømrum í Føroyum, sum eru fevnd av mátingini, eru burðardygdargóðkend. í 2025 var talið 54 prosent,
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:


























