Fíggja umvælingar við tunnilsgjaldinum

Fíggja umvælingar við tunnilsgjaldinum
Umvælingin í Norðoyatunlinum kostar tilsamans 11 mió. kr.
Norðoyatunnilin verður umvældur, og neyðugt er at steingja hann um náttina eina tíð aftrat.
 
30.01.2023 - 10:28

Norðoyatunnilin hevur verið stongdur um náttina síðani hálvan november í fjør. Og tað verður hann í tveir mánaðir afturat.

Nógv arbeiði verður gjørt í tunlinum, m.a. verða ljósini skift til LED, loftið verður umvælt og luftskiftisskipanin.

Arbeiðið kostar tilsamans 11 milliónir kr., sum tunnilsfelagið fíggjar sjálvt við inntøkum frá tunnilsgjaldinum.

Hoyr samrøðu við Una Danielsen, stjóra í tunnilsfelagnum, í útvarpstíðindunum: 

 

30012023_Uni_Danielsen_um_Nordoyatunnil

 

Hóast Norðoyatunnilin er stongdur fyri ferðslu hvørja nátt, frá sunnukvøldi til fríggjamorgun, til endan av mars mánaði, verður ferðslan tó leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02, 04 og 05.30.

Sambært Una Danielsen fer tunnilsfelagið at eftirhyggja loftið í Vágatunlinum seinni í ár. Har verður tó ikki neyðugt at skifta ljósini, tí LED-ljós vóru longu sett upp undir loftið í Vágatunlinum fyri 1-2 árum síðani.

Uni Danielsen er stjóri í tunnilsfelagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672