Vænta at fáa meira fyri partabrøv í Tjaldri

Vænta at fáa meira fyri partabrøv í Tjaldri
Løgtingið viðger málið í dag, og partabrøvini skulu seljast fyrstu vikuna í februar
Løgtingið fer í dag m.a at viðgera uppskot um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini, har inntøkurnar frá landsins partabrøvum í Tjaldri verða settar til 18,2 mió. kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.01.2023 - 08:49

Tingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

Landið væntar nú at fáa 18,2 milliónir krónur fyri partabrøvini í Tjaldri.

Higartil er annars roknað við sjey milliónum.

Men grannskoðanarvirkið Januar, sum selur partabrøvini fyri landið, metti, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Januar heldur, at P/f Tjaldur er 650 til 825 milliónir vert. Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Nú eru 18,2 mió. kr. í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um broytingar í bráðfeingis játtanarlógini fyri 2023.

Partabrøvini skulu seljast fyrstu vikuna í februar.

 

Tórshavnar kommuna og landið gera gerðabýti um ogn hjá landinum í Hoydølum og hjá kommununi á Frælsinum.

 

Gerðabýti

Gerðabýtið millum Tórshavnar kommunu og landið kostar landinum 3,7 mió kr. netto.

Talan er um fastogn hjá landinum í Hoydølum og hjá kommununi á Frælsinum. 

Landsstýrið ætlar at keypa grundstykki til framtíðar útbygging av Landssjúkrahúsinum. Tað kostar 4,25 mió. kr. Avtala er gjørd um keypið. 

Og tvær milliónir skulu brúkast til at fyrireika leigumál til umsitingarbygning til løgtingslimirnar. 

Løgtingslimir skulu flyta í bygningin hjá Havnar arbeiðarafelag við Tinghúsvegin, har Landsverk var, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið er.

Løgtingsfundurin í dag er klokkan eitt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203