Óvist hvør skal gjalda nýggja kai á Tvøroyri

Óvist hvør skal gjalda nýggja kai á Tvøroyri
Allir møguleikar standa opnir, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum
Útbyggingin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri krevur eisini størri atløgupláss.
 
31.01.2023 - 17:00

Stóra útbyggingarætlanin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri krevur meira kaipláss.

Í umsóknini frá Varðanum Pelagic til Tvøroyrar kommunu stendur, at neyðugt er at víðka kaiøkið umleið 100 metrar eystureftir. Víðari stendur í umsóknini, at ætlanin er at gera nýggja kaisíðu, frá verandi kai við móttøkubygningin og umleið 140 metrar eystureftir. Dýpið fram við kaiini er 12 metrar.

Men er óvist, hvør skal gjalda fyri hesa nýggju kai, sum er ein fortreyt fyri, at Varðin Pelagic kann byggja út.

 

 

Alt er opið

Sambært Boga Jacobsen hevur Varðin Pelagic við vilja latið allar møguleikar standa opnar, tá felagið søkti Tvøroyrar kommunu um loyvi at víðka virksemið.

Stjórin í Varðanum hevur heldur einki boð uppá, hvussu nógv nýggja kaiøkið fer at kosta.

Kaiøkið er ikki liðugt projekterað, og tí er heldur ikki endaliga greitt, hvussu nógvir metrar av kaikanti skulu gerast, sigur hann.

 

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum. 

 

Heldur ikki Tvøroyrar kommuna hevur tikið nakra prinsipiella støðu til, um nýggja kaiøkið skal vera kommunalt ella privat.

- Báðir møguleikar eru opnir. Men væl at merkja bert, um byggisamtyktin fyri økið verður broytt, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

 

Byggisamtykt broytast

Byggisamtyktin fyri havnaøkið á Tvøroyri skal broytast fyrst, áðrenn byggiloyvi kann latast og útbyggingarætlanin hjá Varðanum Pelagic fremjast í verki. 

Eftir býráðsfundin á Tvøroyri hóskvøldið fór umsóknin frá Varðanum Pelagic í Vinnu- og havnarnevndina hjá Tvøroyrar Býráð. Har liggur málið nú.

Á Tvøroyri hava tey royndir, bæði við kommunalum og privatum havnarøki.

Kommunan eigur djúphavnina, har framleiðslan hjá Varðanum Pelagic verður avskipað. Talan er um 180 metrar av bryggjukanti, umframt arbeiðs- og goymsluøki. Og við síðuna av liggur ein privat djúphavn. Tilsamans 2300 fermetrar av kaiøki og 120 metrar av bryggjukanti.

Gudmund Mortensen, Poul Hansen, advokatur, og Varðin eiga í felag hesa privatu djúphavn, har uppsjóvarskipini liggja, tá tey landa til Varðan Pelagic. 

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu. 

 

300 milliónir

Samlaða útbyggingarætlanin hjá Varðanum Pelagic er, sambært stjóranum Boga Jacobsen, mett at kosta umleið 300 milliónir krónur. 

Kostnaðurin fyri nýggja kaiøkið er ikki staðfestur enn. Og spurningurin, hvør skal eiga rokningina, er heldur ikki svaraður.

Tá Tvøroyrar kommuna afturi í 2014 gjørdi kommunalu djúphavnina, kostaði hon umleið 40 milliónir.

Borgarstjórin ásannar, at ein íløga í eitt nýtt havnarøki fer at tyngja kommunukassan munandi. 

- Kommunan klárar eina slíka íløgu, men so eru ikki pengar til stórt annað, sigur Kristin Michelsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. november
Orðaval #26: Nýggj orð
200030
Mánadag 17. november
Hattar var hattar, nú koma keppar
200025
Mánadag 17. november
Morgunlestur mánadagur 17.november 2025
200022
Sunnudag 16. november
Sunnudagstónar 16. november 2025
199998
Sunnudag 16. november
Ættirnar syngja og suða
199995
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. november
Andakt við Carsteni Fonsdal Mikkelsen
199963
Sunnudag 16. november
Møti hjá Heimamissiónini á Kambsdali
199965
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942