Hernaðarkvett kann verða framt móti Putin

Hernaðarkvett kann verða framt móti Putin
Fyrrverandi røðuskrivari hjá russiska forsetanum heldur, at Putin kann eisini finna uppá at avlýsa forsetavalið næsta ár
Ger Putin ikki framstig í krígnum í Ukraina, kann mangt henda, sigur ein fyrrverandi røðuskrivari hjá russiska forsetanum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.02.2023 - 08:47

So leingi kríggið í Ukraina heldur á, og Russland merkir revsitiltøkini frá vesturheiminum, veksur eisini møguleikin fyri, at eitt hernaðarkvett kann verða framt móti russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Tað segði fyrrverandi røðuskrivarin hjá Putin, Abbas Gallyamov, í samrøðu við CNN fyrr í vikuni.

Gallyamov, sum í dag arbeiðir sum politiskur viðmerkjari, vísir á, at undirtøkan fyri Putin kann minka skjótt, um Russland ikki ger framstig í krígnum í Ukraina.

 

Kríggið er tapt

- Russiski búskapurin versnar. Kríggið er tapt. Fleiri og fleiri deyð herfólk verða send aftur til Russlands, so russarar fáa fleiri trupulleikar og fara at spyrja seg sjálvar, hví alt hetta hendir. Teir fara at hyggja uttan um seg og svara sær sjálvum, at tað er tí, at landið verður stýrt av einum gomlum einaræðisharra, segði Gallyamov.

Hann sigur, at hetta kann henda innan fyri eitt ár.

 

Kann avlýsa forsetavalið

Abbas Gallyamov sigur eisini við CNN, at hann verður ikki bilsin, um Vladimir Putin fer at avlýsa forsetavalið, sum skal vera í mars 2024, um hann ikki ger verulig framstig í Ukraina.

- Uttan sigur í Ukraina fær hann trupulleikar við russarum. Russarar hava ikki brúk fyri honum, um hann ikki er sterkur. Hann kann gott finna uppá at lýsa undantaksstøðu og avlýsa forsetavalið, sigur Gallyamov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096