Konkurslóg: Skulu ikki sleppa at halda fram, um starvið er misrøkt

Konkurslóg: Skulu ikki sleppa at halda fram, um starvið er misrøkt
Uppskotið hevur eisini til endamáls at betra møguleikar hjá fyritøkum í fíggjarligum trupulleikum at halda fram at virka
Løgtingið hevur viðgjørt uppskot um fylgilógir í sambandi við konkurslógina. Málini eru farin í rættarnevndina. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.02.2023 - 14:00

Eitt av endamálunum við at broyta konkurslógina og fylgilógir, er at betra møguleikarnar hjá fyritøkum, sum eru í fíggjarligum trupulleikum, at halda fram at virka, í staðin fyri at verða koyrdar á húsagang. 

Broytingin fer eisini at seta bann fyri, at persónar, sum eru farnir á húsagang við eini fyritøku, kunnu reka ávís sløg av vinnuvirksemi, um teir hava misrøkt sítt starv við skilaleysari leiðslu. 

Hoyr Aksel V. Johannesen, løgmann, sum varðar av lógaruppskotinum, greiða frá í útvarpstíðindunum:

 

02022023_Aksel_um_konkurslog

 

Uppskotini um fylgilógir í sambandi við konkurslógina fingu fyrstu viðgerð í tinginum í dag, og tey eru farin í rættarnevndina til viðgerðar.

 

 

  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026