KAF: Stytt arbeiðsvika hækkar lønina meira enn átta prosent

KAF: Stytt arbeiðsvika hækkar lønina meira enn átta prosent
Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum verður beinleiðis inntriv í samráðingarrættin hjá kommununum
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
 
07.02.2023 - 16:22

Verður arbeiðsvikan stytt úr 40 tímum niður í 37 tímar um vikuna, fer tað at hava við sær, at tímalønin hækkar 8,1 prosent.

At stytta arbeiðsvikuna fer eisini at hava við sær, at kommunurnar koma undir størri trýst við at manna øll størv og vaktir á t.d. eldraøkinum og á dagstovnaøkinum.

Tað sigur formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen, í skrivi í dag.

 

Inntriv í samráðingarrættin

Kommunala arbeiðsgevarafelagið sigur, at ætlanin hjá landsstýrinum at stytta arbeiðsvikuna við lóg, er eitt beinleiðis inntriv í samráðingarrættin hjá kommununum.

KAF tekur undir við sjónarmiðinum hjá Føroya arbeiðsgevarafelag um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í sáttmálasamráðingum eiga at loysa spurningin um arbeiðstíðina.

Verður arbeiðstíðin stytt við lóg, fer hetta uttan iva at hava ávirkan á komandi sáttmálasamráðingar, sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Samrøða verður við Per Martin Gregersen í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672