30 vilja vera havnarstjóri í Havn

30 vilja vera havnarstjóri í Havn
Tað loysti seg hjá Tórshavnar kommunu at lýsa fyri triðju ferð eftir havnarstjóra til Tórshavnar havn
Tórshavnar havn.
 
12.02.2023 - 11:08


Tað loysti seg hjá Tórshavnar kommunu at lýsa fyri triðju ferð eftir havnarstjóra til Tórshavnar havn, tí ikki færri enn 21 umsøkjarar komu afturat.

Saman við teimum níggju, sum søktu í øðrum umfari, hevur kommunan tí 30 umsøkjarar tilsamans at velja ímillum.

Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, sigur fyri útvarpinum, at tey longu eru farin í holt við setanartilgongdina.

- Vit rokna við, at nýggi havnarleiðarin er settur í seinnu helvt av komandi vikuni, sigur hon.

Upprunaliga varð søkt eftir havnarmeistara, men hóast 20 umsóknir komu inn í fyrsta umfarinum, varð gjøt av at broyta profilin og at lýsa eftir havnarstjóra.

Tá ið søkt var aftur fyri aðru ferð, vóru níggju umsøkjarar, men Tórshavnar kommuna valdi ongan at seta, men søkti triðju ferð, og nú verður so nýggjur havnarstjóri settur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672