Stoltenberg gevst í heyst

Stoltenberg gevst í heyst
Starvsskeið hansara er longt tríggjar ferðir og hann hevur tilsamans røkt starvið í næstan níggju ár, sigur ein talsmaður fyri NATO sambært tíðindastovuna DPA
Jens Stoltenberg gevst sum aðalskrivari í Nato.
 
12.02.2023 - 10:38

Norski NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, leggur frá sær í heyst.

- Starvsskeið hansara er longt tríggjar ferðir og hann hevur tilsamans røkt starvið í næstan níggju ár, sigur ein talsmaður fyri NATO sambært tíðindastovuna DPA.

- Hann leggur frá sær í oktober mánaði og hevur ongar ætlanir um at verða sitandi longri enn tað, leggur talsmaðurin afturat.

Tíðindi koma eftir gitingar um, at 63 ára gamli Jens Stoltenberg ætlaði at taka enn eitt skeið sum NATO-aðalskrivari.

Tað var stutt eftir russisku innrásina í Ukraina, at Stoltenberg longdi starvsskeiðið fram til 30. september í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804