- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ikki nóg nógv fakfólk á dagstovnunum
- Trupulleikin er, at vit hava fingið fleiri stovnar, men ikki fleiri fakfólk.
Tað sigur Jan Laursen, deildarleiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Útvarpið ætlaði at tosa við Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra í kommununi, men hann vísti til Jan Laursen, sum bara hevur verið í starvinum í 14 dagar.
Jan Laursen, leiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. (Mynd av Facebook-vanga)
Hann hevur starvast sum dagstovnaleiðari í 12 ár og sum eindarleiðari í tvey ár, áðrenn hann gjørdist leiðari á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Í innslagnum, sum var sent í tíðindunum klokkan 12.20, var sagt, at leiðarin á dagstovninum, sum hevur verið nógv umrøddur í dag, segði upp, tí eindarleiðslan ikki ger arbeiði lættari, hon ger tað verri.
Hetta er ikki rætt endurgivið úr skrivinum til foreldrini, sum Kringvarpið hevur fingið hendur á.
Orðarætt stendur í skrivinum til foreldrini: Eg føli, at eindarleiðslan, sum skuldi vera ein hjálp fyri dagstovnaleiðararnar, ikki riggar, sum hon skal, ( bara mín meining), og dugi ikki at síggja nakran bata í nærmastu framtíð.