Vilja hava danir at gera íløgur í Kina

Vilja hava danir at gera íløgur í Kina
Kinesiski uttanríkisráðharrin hevur verið á vitjan í Danmark
Kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, hevur vitjað danska starvsbróðurin, Lars Løkke Rasmussen.
Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix  
 
03.07.2026 - 11:18

Kinesiski uttanríkisráðharrin, Wang Yi, segði eftir fund við danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, at danskar vinnufyritøkur eiga at gera fleiri íløgur í Kina.

Wang hitti danska uttanríkisráðharran í Keypmannahavn í gjár. 

Eftir fundin segði Wang, at hann vónar, at Danmark fer at hava tað, sum hann lýsir sum ein konstruktivan leiklut, at stuðla eini sunnari og støðugari menning í viðurskiftunum millum ES og Kina.

Wang segði eisini, at Kina er til reiðar at menna samstarvið innan vísindi og menning, grøna skipaferðslu, heilsu og ferðavinnu. 

Tað stendur í fráboðan, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið frá kinesiskum myndugleikum.

Løkke segði, sambært fráboðanini, at handilssambandið og grøna samstarvið mennast rætta vegin.

 


Kinesiski uttanríkisráðharrin hevur eisini hitt Fríðrik kong. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

 

Løkke hevur onga fráboðan sent út eftir fundin, skrivar danska tíðindastovan Ritzau. 

Wang Yi hevur eisini hitt Fríðrik kong. 

Undan fundinum segði Løkke, at stuðulin frá Kina til Russland í krígnum móti Ukraina og handilsjavnvágin hjá ES við Kina vóru á skránni. 

ES keypir í løtuni nógv meira úr Kina enn Kina ger úr ES. Handilsjavnin millum Danmark og Kina er tó nøkulunda javnur.

Wang byrjaði sína norðurlendsku vitjan í Keypmannahavn í gjár. 

Wang Yi vitjar eisini í Svøríki, Finnlandi og Noregi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423