- Tíðindi, mentan og ítróttur
2.595 fólk staðfest deyð í Venesuela

Talið á staðfestum deyðum eftir jarðskjálvtarnar í Venesuela í síðstu viku er nú 2.595, skrivar Reuters.
- Venesuela hevur biðið um altjóða hjálp alt fyri eitt, segði Delcy Rodriguez, forseti, á tíðindafundi í gjár.
Sambært Rodriguez eru 189 bygningar í landinum fullkomiliga lagdir í oyði. Men vón er framvegis at finna fólk á lívi undir húsatoftunum, segði hon.
Forsetin vísir eisini atfinningunum aftur, um at myndugleikarnir vóru ov seinir at fara til verka eftir jarðskjálvtarnar.
- Hetta er so stórur náttúrusorgarleikur, sum vit ongantíð høvdu kunnað ímyndað okkum, hóast vit vistu, at ein seismisk hending kundi vera í okkara landi.
Tíðindafundurin hjá Rodriguez í nátt var fyrsti tíðindafundur hennara, síðani hon gjørdist forseti í Venesuela.
Hon tók við sum forseti, eftir at USA tók táverandi forsetan, Nicolas Maduro, til fanga.


























