Nýggja fosturtøkulógin er komin í gildi

Nýggja fosturtøkulógin er komin í gildi
Dagurin í gjár var ein sorgardagur, sigur forkvinnan í Pro Vita. Fyrrverandi forkvinnan í Demokratia fegnast um nýggju lógina
Við triðju og endaligu viðgerð 4. desember í fjør var fosturtøkulógin samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.07.2026 - 11:39

Nógv umstrídda lógin um fosturtøku kom í gildi í gjár.

- Vit ætla at halda fram við arbeiðnum at fáa føroyingar at síggja fostur sum børn, sigur Bjørk Sadembou, forkvinna í felagsskapinum Pro Vita, sum lýsir dagin í gjár sum ein sorgardag.

 


Summi fegnaðust, tá fosturtøkulógin var samtykt.....(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


.....onnur harmaðust. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hinvegin fegnast Marna Jacobsen, fyrrverandi forkvinna í Demokratia, og sum í mong ár hevur stríðst fyri kvinnurættindum, um lógina. 

Við nýggju lógini verður avgerðin um abort flutt frá læknunum til kvinnuna, sum hevur frítt val til 12. viku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02062026_Fosturtokulog

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028