Tórshavnar kommuna játtað 15 mió. kr. til Sjósavnið á Argjum

Tórshavnar kommuna játtað 15 mió. kr. til Sjósavnið á Argjum
Sjósavnið á Argjum hevur fingið tilsøgn frá Tórshavnar kommunu um 15 mió. kr. til bygging av nýggjum savni í fíggjarætlanini fyri 2024. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni
Soleiðis skal nýggja Sjósavnið á Argjum síggja út. Tórshavnar kommuna hevur nú játtað 15 mió. kr. til verkætlanina
 
22.02.2023 - 16:51

Nú er líkt til, at eitt nýtt sjósavn verður bygt á Argjum. 

Tilmælið frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum til býráðið í morgin er at játta 15 milliónir krónur til at byggja nýtt sjósavn á Argjum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. 

Málið er samtykt í bæði mentamála- og fíggjarnevndini.

 

 

Neyðugt fyri uttanhýsis fígging

Tórshavnar kommuna skrivar, at treytin fyri uttanhýsis stuðulsfígging til byggingina er í stóran mun tengt at, um lokali myndugleikin eisini stuðlar verkætlanini fíggjarliga.

Skotið verður tískil upp at játta Sjósavninum tilsøgn uppá 15 milliónir krónur til byggingina í fíggjarætlanini 2024, og at tilsøgnin er galdandi til 31. desember 2024.

Harvið fær Sjósavnið neyðuga tíðarkarmin at fáa til vega samlaðu fíggingina til verkætlanina.

Treyt fyri útgjaldi frá Tórshavnar kommunu er, at øll loyvi til byggingina eru fingin til vega.

 

>>Her kanst tú lesa meira um ætlanirnar við nýggja sjósavninum á Argjum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672