Dagstovnaøkið í Havn: Ætla at savna øll foreldraráðini

Dagstovnaøkið í Havn: Ætla at savna øll foreldraráðini
Forkvinnan í foreldraráðnum í dagstovninum í Maritugøtu í Hoyvík, sigur, at alt fleiri venda sær til foreldraráðið og kæra sína neyð
Dagstovnurin í Maritugøtu í Hoyvík.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.02.2023 - 13:40

- Kommunan átti at sæð, at tað er ikki pláss fyri fleiri børnum í kommununi.

Tað sigur Barbara Djurhuus, forkvinna í foreldraráðnum í dagstovninum í Maritugøtu í Hoyvík.

Fleiri venda sær til foreldraráðið og kæra sína neyð um støðuna á dagstovnaøkinum, og ætlanin er nú at taka stig til at savna øll foreldraráðini í kommununi at viðgera støðuna. 

Foreldraráðið í dagstovninum í Maritugøtu hevur skrivað lesarabræv undir heitinum "Tórshavnar kommuna er ikki eitt kongaríki".

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24022023_Maritugota

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360