Fiskamarknaðurin: Yvirhøvur gott fiskarí

Fiskamarknaðurin: Yvirhøvur gott fiskarí
Trolararnir fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski
Sandshavið er eitt av frystilínuskipunum. Í løtuni eru níggju frystilínuskip til fiskiskap.
 
27.02.2023 - 15:50

Partrolararnir hava nú brúkiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Seks pør eru úti. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. 

Línuskipini hava gott fiskarí.

Níggju frystilínuskip eru til fiskarí. Eitt er í grønlendskum sjógvi, og átta eru í íslendskum sjógvi. 

Tey fáa tosk, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. 

Tvey ísfiskalínuskip eru á veg til fiskiskap.

 

Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.

 

Góður streymur

Um útróðurin verður sagt, at streymurin er góður alla vikuna og veðrið eisini.

Fiskaríið er brúkiligt. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.

Annar djúpvatnstrolarin fiskar svartkalva. Hin er á beding.

Seks trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríð hjá garnaskipunum er brúkiligt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576