Jólastjørnan sást á himmalinum

Jólastjørnan sást á himmalinum
Tá ið tað fór at skýma stutt fyri klokkan seks í gjárkvøldið, sást ein hugtakandi sjón á himmalhválvinum. Tvey bjørt ljós sóust í ein vestan.
 
02.03.2023 - 10:26

Talan er um gongustjørnurnar, Venus og Jupiter, sum í sínum ringrásum um sólina, vóru í eini sokallaðari samstøðu, ‘conjunction’.

Gongustjørnurnar sóust sum tvær allýsandi perlur í gjárkvøldið. Onnur størri enn hin. Tann minna var Venus og tann størra Jupiter.

 

Samstøðan var hugtakandi at síggja í klára veðrinum í gjárkvøldið. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Samstøðan hevur hugtikið fólk, tí sosialu miðlarnir vóru á tremur við myndum ymsastaðni í landinum.

 

Hugtók børnini

Nakrir skúlaflokkar og frítíðarskúlar kring landið høvdu sokallað stjørnukvøld í gjárkvøldið. Har hoyrdu tey søgur um gongustjørnur, stjørnumyndir og himmalrúmið. Við stjørnukikara bar væl til at síggja fleiri av mánunum, sum eru í ringrás um Jupiter.

 

Frítíðarskúlin Spírin í Havnadali skipaði fyri stjørnukvøldið í gjárkvøldið. Mynd: Kári Sólstein

 

Sjálvt um tað sær út til, at gongustjørnurnar eru nær hvør at aðrari, so er fjarstøðan millum tær einar 600 milliónir kilometrar. So tað var ongin vandi fyri, at tær bresta saman.

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Jólastjørnan

Samstøður millum tær ymisku gongustjørnurnar henda javnan, og fyri 2000 árum síðani var júst henda samstøðan, sum nú sæst á himmalhválvinum. Ár 3 fyri Krist vóru Venus og Jupiter í eini enn tættari samstøðu, enn hon ið sást í gjárkvøldið, og eitt stjørnufrøðiligt ástøði sigur, at hetta himmalfyribrigdið kanska hevur verið bjarta stjørnan, sum vísti vísmonnunum veg til fjósið og krubbuna. Tann so kenda jólastjørnan, sum lýsti yvir Bethlehem.

 

Samstøðan millum Venus og Jupiter var tættast í gjárkvøldið. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er stjørnuklárt í kvøld, ber eisini til at síggja samstøðuna millum gongustjørnurnar, Venus og Jupiter, sum nú fara longri burtur hvør frá aðrari.

 

Mánin sæst eisini óvanliga høgt á himli fyri tíðina. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Tað var Bjarni Árting Rubeksen, sum var úti við myndatólinum í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539