- Tíðindi, mentan og ítróttur
Berin 20 ár: Sorgin bleiv tagd burtur

Hjørdis í Liða var seks ár og Anna Skýlindal 11 ár, tá tær mistu mammuna av bróstkrabba. Eftir jarðarferðina fóru pápin og beiggin til skips, meðan systrarnar fóru til hvør sína mostir at búgva.
Anna fór til Eiðis, og Hjørdis fór til Gøtu. Tær høvdu tað gott, men lítið og einki varð tosað um mammuna.
Sorg er ikki longur eitt tabu
Í dag vita vit, at tað er umráðandi, at børn sleppa at seta orð á sorgina, um tey missa foreldur ella systkin.
Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, hevur eisini varnaðst, at fólk eru blivin meira opin at tosa um sorg.
- Tey børnini, sum komu her av fyrstan tíð, nevndi tað ikki fyri øðrum, at tey gingu hjá Beranum. Tað var eitt øgiliga stórt tabu, greiðir hon frá:
Berin 20 ár
Innslagið um systrarnar Hjørdis í Liðu og Onnu Skýlindal umframt innslagið við Oddvør Poulsen eru partar av innsavningarsending fyri felagsskapin Beran, sum verður send í sjónvarpinum sunnukvøldið 5. mars klokkan 19.
Sendingin, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, skilmarkar 20 ára stovningardagin hjá Beranum.
Innsavningin verður skipað eftir sama leisti sum onnur innsavningartiltøk, sum hava verið í sjónvarpinum. Talan verður um eina sending við samrøðum, innsløgum um virksemið hjá Beranum og tónleiki.
Kári Sólstein og Eydna Skaale eru vertir.


























