Hanus Kjølbro skrivaði føroyska sjónvarpssøgu

Hanus Kjølbro skrivaði føroyska sjónvarpssøgu
Fyri fyrstu ferð nakrantíð var ein vertur á veðurtíðindunum í sjónvarpinum, og tað gjørdist Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya, ið fekk heiðurin
Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya kann nú kalla seg Føroya fyrsta veðurvert
 
03.03.2023 - 21:40

Veðurtíðindini hava áður verið partur av Degi og viku, og var tað tá uppgávan hjá tíðindavertinum at lesa veðurtíðindini upp til grafikkin á skerminum. 

Men í kvøld hendi eitt nýbrot, tá veðurtíðindini aftur vóru at síggja í sjónvarpinum.

Fyri fyrstu ferð var ein vertur á sjónvarpaðu veðurtíðindunum. 

VED01311_VEDUR_20230303

Tað gjørdist hin veðurkøni Hanus Kjølbro, sum starvast hjá nýstovnaðu Veðurstovu Føroya, ið fekk heiðurin at vera fyrsti føroyski veðurverturin. 

Ætlanin er, at Veðurstova Føroya í fyrstu atløgu hevur veðurtíðindir í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag og viku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040