FMA 2023: Tilnevningar til ársins tekst

FMA 2023: Tilnevningar til ársins tekst
Trý verk eru í uppskoti til ársins tekst, tá FMA 2023 verður hildið leygarkvøldið Í Norðurlandahúsinum.
 
06.03.2023 - 19:12

Leygarkvøldið verður Faroese Music Awards aftur, har bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað. 

10 virðislønir verða latnar. Tríggjar verða avdúkaðar á kvøldinum, meðan sjey virðislønir hava tilnevningar.

Ein av teimum sjey virðislønunum við tilnevningin er ársins tekstur, og í ár eru trý verk í uppskoti til hesa virðisløn.

 

140 verk lisin, trý eru vald burturúr

Tað er ein dómsnevnd úr Rithøvundafelagnum, sum hevur gjørt av, hvørji tey tilnevndu eru. Dómsnevndin hevur lagt dent á, at verkini liva upp til seks treytir. 

Verkini skulu eitt nú skapa ein tekstheim, vísa skaldslig evnir, vísa málsligt tilvit, samsvara við ljóðheimin, sum hann er settur saman samstundis, sum teksturin skal vísa til ein heim uttan fyri ljóðheimin. Harumframt skal stíllegan í tekstinum vera konsekvent. 

Dómsnevndin hevur lisið øll 140 útgivin verk, harímillum stakløg, útgávur, konsertir og annað og er komin fram til, at hesi trý verkini eru tilnevnd til ársins tekst.

 

Rangvørg eftir Biritu Poulsen, Kára Jacobsen og Urd Johannesen

Á útgávuni Rangvørg eru fýra løg. Urd Johannesen hevur skrivað tekstirnar - yrkingar, sum hon í fyrstu syftu legði út á sosialar miðlar, tá korona var í hæddini á vári í 2020. 

Kári Jacobsen hevur smíðað løgini, meðan Birita Poulsen, sopranur, syngur. 

Dómsnevndin skrivar millum annað um verkið, at yrkingarnar verða lyftar upp á eitt hægri støði. Serliga tí tær málsligu dygdirnar í tekstunum koma til sjóndar við tónasamansetingini hjá Kára Jacobsen. Hegnisliga flyta tekstirnir seg millum kær barnaminnir um eina ommu og stórar heimspekiligar spurningar um tilveruna. Tað krevur eina dygd at seta fleiri yrkingar saman, ið viðgera ymisk evnir uttan at missa tráðin.

Harumframt skrivar dómsnevndir, at tað serliga er yrkingin „Vælsignaðir barnaskógvar“, sum stendur sum ein varði í útgávuni, talan er um ein ljóslivandi tekst. Til tess eru skaldslig evnir neyðug.

Her ber til at lurta eftir útgávuni Rangvørg: 

 

Gult Myrkur eftir Guðrið Hansdóttur. Tekstir eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger

Guðrið Hansdóttir

Frítekst tagging: 
Caption: 
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Guðrið Hansdóttir hevur áður verið í uppskoti til eitt nú ársins kvinnuligi sangari í 2019. Í ár er útgávan "Gult myrkur", sum er sætta solo-útgáva hennara, og sum kom út á vári í 2022, í uppskoti til ársins tekst. Harumframt er útgávan eisini í uppskoti til ársins útgáva. 

Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar.

Dómsnevndin skrivar millum annað, at talan er um ein tekstheim, sum støðugt flytur og flýtur á ymiskum mørkum, millum orð og løtur, sum renna undan, millum mótsetningar. Hesin tekstheimurin stendur sterkur saman við tónleikasamleikanum í heildarútgávuni, men hann krevur sítt pláss, trokar seg inn í hugaheimin hjá lurtaranum og festir røtur

Ein á, ein t-shirt og eitt súrepli hava broytt skap, eftir at mann hevur upplivað hetta verkið. Tað kemst av, at tað skaldsliga tilvitið er tilstaðar í verkinum: tekstirnir leggja seg eftir at fanga tann so hissini rótleysa málveruleikan hjá føroyingum í hesi samtíðini, ið annars ikki fær somu rúmd í skriftmálinum, skrivar dómsnevndin eitt nú um verkið "Gult myrkur". 

Her kanst tú hoyra útgávuna: 

 

Vera eftir Elinborg. Tekstir eftir Elinborg

Elinborg Pálsdóttir gav sína fyrstu EP út í 2015, tá ið hon var blaðung. Og í fjør kom nýggjasta útgávan hjá Elinborg út við heitinum "Vera". 

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at Elinborg er í uppskoti til eina virðisløn. Í 2016 var unga songkvinnan í uppskoti til heiðurin sum ársins nýggja navn, og í 2018 var hon tilnevnd sum ársins songkvinna. 

Hesa ferð er tað verkið "Vera", sum er í uppskoti til nýggja heiðurslønina ársins tekstur. Dómsnevndin skrivar, at útgávan heldur seg skaldsliga á somu rók úr enda í annan. Einsamallir vísa tekstirnir á eitt innara univers, somuleiðis sum teir fløða og fjara lættliga inn og út úr heildarútgávuni. Málsliga tilvitið kemur undan kavi í evnis- og litspælunum í tekstunum.

Tekstirnir vísa á tann stóra munin á teimum ymisku vætuformunum, ið koma fyri í tekstunum: blóð, oljudropar, sirm, streymar, sjórok. Sansirnir hjá lesaranum og lurtaranum verða kveiktir í hesi útgávu, somuleiðis lýsa tekstirnir greiðar støðulýsingar umvegis veðurfyribrigdi. Tað krevur eitt málsligt og skaldsligt hegni at mana so nógvar ymiskar náttúru- og kenslustøður fram uttan at verða gloypt av briminum.

Her kanst tú hoyra útgávuna: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. august
Morgunlestur leygardagur 16. august 2025
195379
Fríggjadag 15. august
Vikuskiftið 15 august 2025
195641
Fríggjadag 15. august
Súrligt summar: Fýra summarhitt
195637
Fríggjadag 15. august
RagnarRokk: Chantel McGregor um The Healing
194175
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526
Týsdag 12. august
Veðrið
195508
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406