Nýggj sendikvinna í ES

Nýggj sendikvinna í ES
Elisabeth F. Rasmussen avloysir Elina Mortensen, sum er virkandi aðalstjóri í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum
Elisabeth F. Rasmussen er nýggj føroysk sendikvinna í Brússel.
 
07.03.2023 - 13:15

Elisabeth F. Rasmussen er nýggj sendikvinna Føroya til Evropasamveldið. 

Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá. 

Hon avloysir Elina Mortensen, sum síðan í januar hevur verið virkandi aðalstjóri í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. 

Elisabeth F. Rasmussen er 36 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur frá Københavns Universitet. 

Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 2015. 

Nýggja sendikvinnan tekur við starvinum hálvan apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391