Ríkastu menninir hava meira enn tvífaldað ognina

Ríkastu menninir hava meira enn tvífaldað ognina
Samstundis gjørdust 4,8 milliardir fólk fátækari
Gjógvin millum rík og fátæk í heiminum heldur fram at vaksa, vísir frágreiðingin frá bretska hjálparfelagsskapinum.
 
17.01.2024 - 09:03

Fimm teir ríkastu menninir í heiminum hava seinastu trý árini meira enn tvífaldað samlaðu ognir sínar til meira 5.900 milliardir krónur, sambært frágreiðing frá Oxfam.

Gjógvin millum rík og fátæk í heiminum heldur fram at vaksa, vísir frágreiðingin frá bretska hjálparfelagsskapinum.

Meðan ognin hjá fimm teimum ríkastu monnunum í 2020 var góðar 2.760 milliardir krónur tilsamans, var hon í fjør 5.928 milliardir krónur.

Sama tíðarskeið gjørdust 4,8 milliardir fólk - tað eru meira enn helvtin av íbúgvunum á jørðini - fátækari.

- Fyritøkur skapa ójavna við at leggja trýst á arbeiðsfólkið, gera partaeigarar ríkari og skáka sær undan at rinda skatt, sigur Oxfam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155