Jan Jakobsen fer frá sum stjóri í LÍV

Jan Jakobsen fer frá sum stjóri í LÍV
Umstrídda íløgan hjá LÍV í Globe Tracker verður nevnd í sama viðfangi, sum fráfaringaravtala er gjørd við stjóran í LÍV seinastu 14 árini
Jan Jakobsen fer frá sum stjóri í LÍV, men verður í starvinum, til nýggjur stjóri er funnin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2026 - 15:13

Jan Jakobsen fer frá sum stjóri í LÍV-samtakinum. 

LÍV boðar frá á heimasíðuni, at fráfaringaravtala er gjørd við Jan Jakobsen, sum hevur verið stjóri síðstu 14 árini.

Umstrídda íløgan hjá LÍV-samtakinum í felagið Globe Tracker verður beinleiðis nevnd í sama viðfangi.

Globe Tracker mennir og framleiðir útgerð til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Men higartil hevur felagið ikki megnað at tjena pengar.

 

LÍV sett 174 milliónir í

LÍV-samtakið gjørdi fyrstu íløguna í Globe Tracker í 2013. LÍV-samtakið upplýsir, at síðani tá hava tvey feløg í samtakinum - p/f Tryggingarfelagið LÍV og p/f LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag - sett ávíkavist 85 og 89 milliónir krónur í Globe Tracker. Tilsamans 174 milliónir krónur.

Nú er samstarvið við Globe Tracker steðgað, og LÍV setir ikki fleiri pengar í Globe Tracker.

- Felagið harmast vegna tryggingartakararnar um mist peningin, og at henda íløgan ikki bar á mál, skrivar LÍV-samtakið á heimasíðuni.

So seint sum 30.desember í 2024 var allur kapitalurin í Globe Tracker niðurskrivaður til null.

 


Samstarvið við Globe Tracker steðgað, og LÍV setir ikki fleiri pengar í Globe Tracker.

 

234 milliónir avskrivaðar

Tá blivu 234 milliónir krónur avskrivaðar og staðfestar at vera mistar.

Sama dag - 30. desember 2024 - settu reiðaríið Framherji og tvey av feløgunum í LÍV-samtakinum, P/F Tryggingarfelagið Lív og P/F Lív lívs- og pensjónstryggingarfelag, tilsamans 66,7 milliónir krónur í nýggjum partapeningi í Globe Tracker ApS.

Eftir hesa broytingina átti Framherji líka omanfyri 50 prosent av Globe Tracker og LÍV-samtakið restina.

Í tí sambandi ásannaði Jan Jakobsen, at talan var um eina íløgu í mest váðafúsa bólkinum.

Bæði Jan Jakobsen - sum nú fer frá sum stjóri í LÍV-samtakinum - og Árni Ellefsen, sum nú er nevndarformaður í LÍV-samtakinum, hava áður verið nevndarformenn í Globe Tracker.

LÍV upplýsir á heimasíðuni, at felagið nú fer undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra. Jan Jakobsen heldur fyribils fram sum stjóri, til nýggjur er funnin.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609