Undirsjóvartunnil av Skarvanesi kostar góðar 100 milliónir í Sandslíð

Undirsjóvartunnil av Skarvanesi kostar góðar 100 milliónir í Sandslíð
Tað fer at kosta 107 mió. kr., um vegurin gjøgnum Sandslíð skal vera ein av høvuðsfarleiðum landsins
Vegurin í Sandslíð er gjørdur í 1920-21.
Mynd: Google Maps  
 
18.01.2024 - 06:33

Partafelagið Suðuroyartunnilin mælir til, at tunnilin fer av Skarvanesi til Sandvíkar.

Tí verður vegurin í Sandslíð ein høvuðsfarleið og skal breiðkast og stutt berghol gerast.

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, um vegin í Sandslíð.

Tvær loysnir eru nú

Tvær loysnir eru nú, sigur landsstýrismaðurin.

Onnur er at breiðka vegin og tryggja hann móti omanlopum. 

Í íløguætlanini eru 23 mió. kr. í 2025 og 23 milliónir í 2026 til hetta arbeiðið.

Tann verkætlanin er prosjekterað og klár at bjóða út. 

Við váðaískoyti væntar Landsverk, at verkætlanin fer at kosta 50-55 mió. kr. 

Hin loysnin hevur eitt 380 metrar langt berghol á Líðarenda, har vegurin er serliga trupul at breiðka.

Vegurin í Sandslíð er hálvan annan kilometur.

Dennis Holm sigur, at eftir at tilmælið kom frá Suðoyartunlinum, er neyðugt at taka málið uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791