Heilsustýrið: Lógin um solarium skal dagførast

Heilsustýrið: Lógin um solarium skal dagførast
Tey, sum brúka sóllampur, solarium, eru í 20 prosent størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba, sigur Heilustýrið
Heilsustýrið heldur, at aldursmarkið at brúka solarium skal vera 18 ár. (Savnsmynd)
 
18.03.2026 - 08:17

Eitt tað fyrsta, sum Almanna- og Heilsumálaráðið - um tað framvegis eitur so - fær eftir valið, verður tilmæli frá Heilsustýrinum um at dagføra solariumlógina frá 2015.

Sigast kann stutt um tilmælið, at Heilsustýrið mælir til, at solariumlógin verður víðkað til at fevna um allar veitarar av sóllampum til kosmetiskt endamál.

Aldursmarkið skal vera 18 ár, sigur Heilsustýrið.

Umframt hetta verður mælt til, at greið regulering, skráseting og eftirlit vera sum í øðrum londum í Evropa.

 

Vandi fyri móðurmerkjakrabba

Heilsustýrið sigur, at tey, sum brúka sóllampur, solarium, eru í 20 prosent størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabba.

Brúka tey solarium, áðrenn tey eru 35, er vandin 59 prosent.

Vandin er eisini størri fyri at fáa annan húðkrabba.

Á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum eru ráð um, nær, fólk ikki skulu brúka solarium.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688