Altingið viðger støðuna í Grindavík

Altingið viðger støðuna í Grindavík
Orðaskifti verður um frágreiðingina hjá Katríni Jakobsdóttir, forsætisráðharra
Grótbræðing rann heilt inn í Grindavík, og eldur kom í trý hús. Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið)
 
22.01.2024 - 15:15

Náttúruvanlukkan í Grindavík og handfaringin hjá íslendsku stjórnini eru fyrst á skránni fyri altingsfundin, sum byrjaði klokkan trý.

Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, skal greiða altinginum frá, hvussu støðan er nú. 

Síðani verður orðaskifti um frágreiðingina hjá forsætisráðharranum, har umboð fyri allar flokkar fáa orðið. Seinni verða ófráboðaðir fyrispurningar, skrivar íslendska kringvarpið. 

 

Fastur bústaður

Íslendska stjórnin hevur ætlanir um at veita grindavíkingum fastan bústað. 

Eisini verður arbeitt við eini loysn fyri tey, sum eiga hús ella íbúð í Grindavík, har íslendska ríkið keypir hús og íbúðir í býnum, loysir eigarar frá síni skuld til lánsveitarar, og at tey fáa íløguna afturgoldna. 

Uppskot um hetta verður væntandi klárt at leggja fyri altingið í næsta mánað, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025