Úrvalsítrótturin fær góða hálva aðru millión

Úrvalsítrótturin fær góða hálva aðru millión
Tilsamans 21 umsøkjarar hava fingið 1,63 milliónir frá Úrvali hjá Ítróttasambandi Føroya. Talan er um bæði einstaklingar ella lið
Jónas Gunnleivsson Isaksen gjørdi veruliga vart við seg í fjør. M.a. á Oyggjaleikunum á Guernsey
Mynd: Dánial Olsen  
 
23.01.2024 - 15:25

Tilsamans 1,63 milliónir krónur eru játtaðar til føroyskar úrvalsíðkarar í 2024. 

Úrval hjá ÍSF hevur játtað peningin til 21 umnsøkjarar - 16 einstaklingar og fimm lið umboðandi 10 ítróttagreinar.

Størstu upphæddina hava A-landsliðiði og U20-landsliðið í hondbólti fingið. Tey hava fingið 250.000 krónur í part. A-landsliðið hevur júst spælt EM í Týsklandi, og í mai eru play-off dystir til HM á skránni. U20-landsliðið skal spæla EM-endaspæl í Slovenia í summar.

Tann einstaklingurin, sum hevur fingið størstu upphæddina, er Jónas Gunnleivsson Isaksen. Rennarin úr Kvívík gjørdist evropameistari í 200m renning í fjør, og stóra málið í ár er HM í Peru, sum verður í august. Hann hevur fingið 125.000 krónur.

Fimm ungir íðkarar ella lið hava fingið stuðul. Tey eru flogbóltur U16/17, hondbóltur U06, ungir úrvalssvimjarar, Ronja Johannesen (fimleikur) og Ranja Joensen (badminton).


Væl skikkaðir umsøkjarar

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

- Ítróttaárið 2023 hevur verið hendingarríkt. Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.

37 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2024, og søkt var um tilsamans 6,2 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961