Finnar á val

Finnar á val
Fyrsta umfar av forsetavalinum er í dag
Finski forsetin, Sauli Niinisto, á veg at greiða atkvøðu. Mynd: Mauri Ratilainen/EPA/Ritzau Scanpix
Mynd: Mauri Ratilainen/EPA/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2024 - 14:17

Finnar fara í dag í valhølini at velja nýggjan forseta. 

Níggju valevni bjóða seg framm at taka við eftir Sauli Niinistö, sum hevur verið forseti síðan 2012.

Sambært veljarakanningunum eru tað serliga trý valevni, sum skilja seg úr rúgvuni.

Tað skrivar danska kringvarpið. 

Tey trý valevnini eru fyrrverandi forsætisráðharrin Alexander Stubb, sum liggur fremst í kanningunum, fyrrverandi uttanríkisráðharrin Pekka Haavisto, og núverandi tingformaðurin í finska parlamentinum, Jussi Halla-aho. 

Um einki valevni fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum er neyðugt við umvali millum tey bæði valevnini, ið fingu flest atkvøður.

Um tað verður neyðugt við umvali skulu finnar aftur á val 11. februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044