Útseta avhendingina av Varpinum

Útseta avhendingina av Varpinum
Í alt fer Varpið at kosta einar 75 mió. krónur, tá alt innbúgvið er sett í húsið, og okkurt arbeiði uttanfyri eisini er gjørt liðugt
Fleiri tiltøk hava longu verið í Varpinum, men enn er húsið ikki avhendað.
 
31.01.2024 - 16:45

Avhendingin av mentanarhúsinum, Varpinum, skuldi vera í dag, men er útsett nakrar dagar.

Tað upplýsir Jóhanna Christiansen, sum er stýrisforkvinna í grunninum fyri Varpið. 

Høvuðsarbeiðstakarin, Kanjon, eru liðugur við sítt arbeiði, men enn eru onkrar tekniskar loysnir, sum ikki eru endaliga lidnar.

Eitt nú skal ventilatiónsanleggið vera heilt liðugt og roynast, áðrenn brunaanleggið kann roynast.

 

Jóhanna Christiansen, forkvinna í stýrinum fyri Varpið, og Annfinnur V. Heinesen, stjóri.

 

2.600 fermetrar

Húsið er 2.600 fermetrar til støddar og kostar slakar 69 mió. krónur. Tá er inbúgvið ikki íroknað.

Hetta svarar til ein fermetraprís upp á umleið 26.500 krónur, sum er ein ógviliga sámiligur fermetraprísur, heldur stýrisforkvinnan.

Í alt fer Varpið at kosta einar 75 mió. krónur, tá alt innbúgvið er sett í húsið, og okkurt minni arbeiði uttanfyri eisini er gjørt.

- Enn mangla 2-3 mió. krónur, til øll fíggingin er fingin. Ein umbøn um meirjáttan er í løgtinginum, sum ikki er viðgjørd enn, men sum vónandi verður játtað, sigur Jóhanna Christiansen, stýrisforkvinna í grunninum fyri Varpið.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523