Føroyskur skarprættari í Berlin

Føroyskur skarprættari í Berlin
Í summar skifti Hákun West av Teigum til týska stórfelagið, Füchse Berlin. Her fortelur vongurin um torskild brøv, harða týska hondbóltsmentan og Hans 'Majestæt' Lindberg
Skarprættarin: Hákun West av Teigum er væl nøgdur við fyrsta hálvárið í Berlin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.02.2024 - 12:35

- Tað er eitt hundalív.
 
Gev 21 ára gamla hondbóltsspælaranum kjansin av høgra veingi, og hann skorar hvørja ferð. Verri gongur við at skilja boðini í mongu konvoluttunum, sum enda í postkassanum í Weißensee í Berlin. Trygging, bankakonta, bústaður - greiða skal fáast á øllum hesum, og saman við bóltinum er talgildi týðarin hjá Google hentasta amboðið hjá einum feskum føroyingi í Týsklandi.
 

- Eg skilji ikki eitt orð av tí, so tað er at smekka alt inn á Google Translate fyri at finna útav, hvat hesi brøvini eru fyri nakað, fortelur Hákun West av Teigum, sum samstundis veit, hvat ‘einfalda’ loysnin er.
 - Skjótari eg dugi týskt, lættari verður tað heila. At keypa inn, og [at skilja] hesi hundans brøvini.

 

240206_HAKUN_SYNC_01
 
Hundalív: Talgildi týðarin hjá Google hevur verið hentur hjá Hákuni West av Teigum fyrsta hálvárið í Berlin

 
Kollvelting
 
Síðsta summar flutti føroyski landsliðsvongurin, Hákun West av Teigum, úr danska felagnum, Skanderborg-Aarhus, til Bundesliga-felagið, Füchse Berlin. Hoyvíkingurin taldist millum bestu vengurnar í donsku kappingini í fleiri ár, og tí kom tað ikki óvart á, tá ið boð vóru eftir honum úr týska høvuðsstaðnum.

 - Teir hava eitt gott lið, býurin er lekkur, so har var nógv, sum passaði saman. Ein dreymur, ið gerst veruleiki, segði Hákun West av Teigum í november í 2022.  
Føroyingurin skrivaði undir trý ára sáttmála við felagið, sum í fleiri ár hevur kappast um týska meistaraheitið, men hálvt ár seinni ásannaðar lámi skarpskjúttin, at nýggja tilveran hevur havt stórar avbjóðingar við sær. Í roynd og veru er talan um eina kollvelting.  

Eitt er málið. - Um tú ikki roynir á týskum, tíma tey ikki so væl at svara tær, smílist Hákun. 
 - Eg fái eitt sindur av undirvísing, men vit spæla so nógvar útidystir og ferðast nógv bæði í heimligu kappingini og í Evropa League, at tað kunnu ganga vikur ímillum týskttímarnar.

Sannast má eisini, at munur er á hondbóltsmentanini í Skandinavia og Týsklandi.  
 - Tú hevur nakrar spælarar, sum síggja hetta sum sítt arbeiði, meðan tað í Danmark eisini er ein hobby ella ein passión, greiðir Hákun West av Teigum frá.  
 
 
Knallhørð krøv
 
Kanska er tað mentanin. Meir sannlíkt er tað høga stigið. Týska hondbóltskappingin verður mett sum hin sterkasta í heiminum, og tá ið tú spælir um meistaraheiti og pláss í evropeisku meistarakappingini, ber neyvan til altíð at fara hóvliga fram.  

 - Eg eri kanska ein týpa, sum dámar væl hetta ‘bleyta’ við samanhaldi, so tað ikki verður so ísakalt millum spælarar. Vit eru ikki óvinir, tað skal eg ikki siga, men mann kann blíva súrur inn á hvønn annan til venjing og skeldast eitt sindur meira, greiðir Hákun West av Teigum frá. 

Tað skalt tú venja teg við, sigur føroyska stjørnuskotið.
 - Hetta er jú teirra arbeiði, og um eg sløsi til arbeiðis, verða teir súrir, líka sum onnur eisini høvdu verið tað.  

 

240206_HAKUN_SYNC_03
 
Krøvini til hvørja einstaka venjing eru nógv hægri í Týsklandi, og Hákun West av Teigum fær ákoyringar frá bæði venjara og liðfeløgum, um hann sløsar.

 

Füchse Berlin hevur bert tapt ein dyst í landskappingini í ár - ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel – og liggur í løtuni undir liðini á Magdeburg fremst í Bundesliguni. Revarnir úr Berlin hava ongantíð vunnið týska meistaraheitið, og tí verður nógv lagt fyri í royndini at tryggja sær fyrsta gullið. Hetta hevur við sær eitt ávíst trýst og stór krøv til hvørja venjing.

 - Tú skalt skora hvørja ferð, ella verða teir [liðfelagarnir] ónøgdir. Um eg ikki standi rætt í verjustøðu, verði eg ikki bert rættaður av venjaranum, men eisini av hinum spælarunum, sigur Hákun. 
Hetta kann sjálvsagt bróta ein ungan spælara, men tá ið tú ert tráur eftir framburði og menning, kann verða neyðugt at verða trýstur fram.

 - Eg haldi, tað er megafeitt. Áðrenn [í Danmark] vann mann ein dyst, og tað er sjálvandi altíð stuttligt, og tapti tú, so var tað kanska okey: “Vit taptu, tað koma vit nokk at gera aftur. Hetta liðið var betri enn vit.” Í Füchse Berlin verða allir súrir, og tú merkir tað eisini dagin eftir. “Tað, vit gjørdu, var ikki gott nokk”. Men tað er kanska tað, eg eri farin til Týsklands fyri. Eg hati at tapa. Eg vil vinna, og tað skal til, tá ið tú kemur til slík feløg, sigur Hákun.
 

Hans Majestæt
 
Hákun West av Teigum er fallin væl til í Berlin. Risastóri metropolurin hevur nógv at bjóða, og róliga hoyvíkinginum dámar væl at vera saman við sínum skandinavisku liðfeløgum. Teir koma væl við í meldrinum, sviarnir Jerry Tollbring, Valter Chrintz, Max Darj og danirnir Mathias Gidsel, Lasse Andersson og ikki minst 42 ára gamli Hans Lindberg, sum danir kalla ‘Hans Majestæt’.

Hann skuldi í roynd og veru ikki spæla við Füchse Berlin hetta kappingarárið, men tá ið Valter Chrintz fekk ein álvarsligan skaða, valdi felagið at leingja sáttmálan við legendariska danska vongin, sum eigur málmetið í Bundesliguni við meir enn 3.000 málum.

Tað hevur havt við sær, at flúgvandi føroyingurin ikki hevur fingið so nógva spælitíð fyrsta hálvárið í Max-Schmeling-Halle. Hans Lindberg hevur spælt í landskappingini, meðan føroyingurin hevur tikið sær av dystunum í European League. Men Hákun hevði ikki vilja verið Lindberg fyriuttan.

 

240206_HAKUN_SYNC_02
 
Føroyingurin er glaður fyri, at Hans Lindberg framvegis er í felagnum. Danski superveteranurin dugir væl at læra frá sær, og hevur stóran leiklut í spælarahópinum.
 

 - Tú finnur ikki ein royndari leikara nakrastaðni. Hann hevur roynt alt, og eg spyrji hann um ráð, men hann er eisini ein stuttlig týpa at hava á einum liði og  hevur stóran týdning bæði á og uttan fyri vøllin. Hann hevur hjálpt mær nógv, fortelur Hákun, sum ger sær ómak við at eygleiða og læra av dananum.  
 - Til venjing ger hann ikki nógv annað enn búk- og strekkivenjingar. Hann venur næstan einki, flennir føroyingurin. 

Vengur standa nógv og bíða eftir bóltinum úti í horninum, greiðir Hákun frá, og skulu verða til reiðar, tá ið kjansurin kemur. Eisini nyttar lítið at iðra seg ov nógv um ein misnýttan møguleika, og á tí økinum skarar royndi danin framúr.
 - Óansæð, um hann hevur havt ein ella tveir vánaligar dystir á rað ella eina keðiliga venjing, veit hann, at hann er millum teir bestu og er tilreiðar kropsliga, men serliga mentalt til allar dystir, fortelur Hákun West av Teigum.

 - Eg síggi tað bara sum ein fyrimun, [at Lindberg helt fram]. Teir kendu seg noyddar at leingja við Hans, og tað var í mínari verð ein røtt avgerð. Annars hevði eg staðið púra einsamallur og skula fylt hansara skógvar. Tað hevði kanska verið ov nógv fyri meg, sum ikki havi roynt tað fyrr.
 
 
Vónríkur vongur
 
Füchse Berlin hevur júst spælt seg í hálvfinaluna í týsku steypakappingini. Enn sum áður var Hans Lindberg skarpur - hann skeyt seks mál í DHB Pokal-dystinum ímóti Gummersbach – og hóast Hákun West av Teigum hevur fingið skerdan leiklut fyrsta hálvárið í Týsklandi, hevur hann fingið nógv burturúr.

 - Onkuntíð kanst tú koma í eina støðu, har tú heldur, at alt stendur í stað, og so finnur tú útav, at “her eru faktiskt nøkur ting hend”. Ikki bert hondbóltsliga. Eg eri eisini blivin eitt hálvt ár eldri og havi fingið nógv onnur ting at hugsa um. Eg kenni heilt klárt stóran mun á, sigur Hákun West av Teigum, sum viðgongur, at uttan spælitíðina í Evropa League, har føroyingurin hevur fingið kjansin, hevði tað “kanska verið eitt sindur turt”.  

Í næstum byrjar landskappingin aftur, og í Max-Schmeling-Halle er stórdystur á skránni. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg vitja, og Berlinrevarnir ætla sær ivaleyst bæði stigini. Kanska Hákun West av Teigum og hinir fáa eina hjálpandi hond frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel, sum taka ímóti Magdeburg dagin fyri.

 

Hákun West av Teigum er yrkisleikari í týska høvuðsstaðarfelagnum, Füchse Berlin. MYND: Bjarni Árting Rubeksen


 - Í Týsklandi er tað heilt stóra málið at vinna, men um tað ikki eydnast, so vóna vit at koma í topp-2, sum gevur pláss í Champions League næsta ár. Í Evropa League eru vit komnir í miðumfarið, og har vilja vit fegnir spæla okkum í sonevnda Final4.  
Vongurin er væl nøgdur við sína støðu, sum hon er í løtuni - serliga við tí í huga, at Hans Lindberg gevst í summar – men miðar sjálvandi eftir at fáa fleiri kjansir á vøllinum.

 - Eg strembi eftir at nærkast byrjanaruppstillingini meira. Um tað so verður nú, um tveir mánaðir ella um eitt hálvt ár, tað veit eg ikki, og tað hugsi eg ikki so nógv um, greiðir Hákun West av Teigum frá. Hann gleðir seg til samstarvið við Valter Chrintz, sum nærum er komin fyri seg aftur.

 - Eg kenni hann væl og veit, at vit fara at fáa eitt gott samstarv. Eg síggi hann ikki so nógv sum ein kappingarneyta, men meir sum ein kollega. Í teimum stóru feløgunum eru ikki nógvir, sum spæla 60 minuttir dag út og dag inn.

Livst so spyrst. Hákun West av Teigum hevur í øllum førum alla orsøk til at vera vónríkur um framtíðina. Hann hevur bæði evnini, viljan og neyðuga tolið, og sjálvt ikki mongu konvoluttarnir í postkassanum í Weißensee kunnu skerja flúgvandi føroyingin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234