Nations League: Lutakastið verður í morgin

Nations League: Lutakastið verður í morgin
Hósdagin verður greitt, hvørjum føroyska fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti í Nations League í ár
Hesir byrjaðu inni í minniliga Nations League-sigrinum á Turkalandi í 2022
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
07.02.2024 - 09:05

Lutakastið til komandi Nations League-kappingina verður hósdagin.

Tá verður greitt, hvørji trý lond føroyska A-landsliðið skal spæla ímóti í heyst.

Føroyar eru í 2. styrkisbólki í C-deildini.

Møguleiki er fyri, at Håkan Erikson, landsliðsvenjari, sleppur at royna seg ímóti sínum landsmonnum, tí Svøríki er í 1. styrkisbólki. Hini londini í ovasta bólkinum eru Rumenia, Armenia og Luksemborg.

Í 3. bólki eru Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros, og í styrkisbólki 4 eru Hvítarussland, Litava ella Gibraltar, Estland og Lettland.

Lutakastið verður klokkan 17:00, og dystirnir í Nations League verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og 14. til 19. november í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162