Smyril Line byggir tvey umhvørvisvinarlig farmaskip

Smyril Line byggir tvey umhvørvisvinarlig farmaskip
Nýggju skipini fara at sigla í rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026
Soleiðis fara nýggju farmaskipini hjá Smyril Line at síggja út.
 
07.02.2024 - 10:52

Smyril Line hevur gjørt sáttmála við kinesiska skipasmiðju um at smíða tvey farmaskip.

Talan er um tvey eins ro-ro-skip, ið vera 190 metrar til longdar. Tey hava 3.300 sonevndar lane-metrar til treylarar.

 

 

Av bakkastokki í 2026

Nýggju skipini fara at sigla í rutunetinum hjá Smyril Line, og tey fara eftir ætlan av bakkastokki í 2026.

Skipini verða sniðgivin í samstarvi við Knud E. Hansen, skipsarkitektar, sum skulu tryggja, at skipini verða bygd til serstøku leiðina millum Evropa, Føroyar og Ísland.

Smyril-Line sigur, at skipini vera umhvørvisvinalig, og lúka øll krøv um útlát. Skipini verða útgjørd við battarískipan og møguleika fyri landstreymi. Skipini verða eisini fyrireikað at sigla við

e-metanoli.

 

Hoyr samrøðu við Jens Meinhard Rasmussen, stjóra í Smyril Line, í útvarpstíðindunum:

 

0702024_Smyril_Line_og_farmaskip

 

 

Størri mál

- Nú er tíðin búgvin at seta okkum nýggj og størri mál við kós ímóti minni útláti í Norðuratlantshavi, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivi.

- Við nýggju skipunum leggja vit dent á at framtíðartryggja og leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn. Eisini fara vit at flyta nógv størri nøgdir av farmi við minni orkunýtslu, enn vit gera nú. Orkusparingin verður í minsta lagi prosent, sigur Jens Meinhard Rasmussen. 

Smyril-Line hevur sett sær sum mál, skipini skulu einki netto-útlát hava í 2050. 

 

Jens Meinhard Rasmussen er stjóri í Smyril Line. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985