Fløskurnar flyta yvir um vegin

Fløskurnar flyta yvir um vegin
Rúsan í Havn flytur um vikuskiftið, tó ikki langt, bara yvir um Hoyvíksvegin, úr Miðlon í hølini hjá Postverkinum á Óðinshædd
Vit vita ikki, um sjampanja verður skonkt, tá Rúsan letur upp í nýggjum hølum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2026 - 06:48

Rúsan í Havn flytur um vikuskiftið, tó ikki langt, bara yvir um Hoyvíksvegin, úr Miðlon í hølini hjá Postverkinum á Óðinshædd.

Í morgin er opið í Miðlon sum vant leygardag, frá 10.00 til 16.00.

Mánadagin er stongt.

Men týsdagin kl. 10.00 letur Rúsan upp á Óðinshædd.

Fløskumóttøkan í Havn verður stongd í eina viku, frá mánadegnum 28. september til mánadagin 5. oktober.

Eisini hon flytur á Óðinshædd.

Nú vera skrivstovan, sølubúðin og goymslan hjá Rúsuni í Havn undir sama taki.

Partafelagið Postverk Føroya stovnaði í februar partafelagið Óðinshædd 2.

Endamálið hjá partafelagnum er at eiga fastogn, leiga út og annað virksemi í tí sambandi.

Rúsdrekkasølan leigar frá partafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329