- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sóknast eftir vitnum til innbrot í Á-handli

Løgreglan sóknast eftir vitnum í sambandi við eitt innbrot í Á-handilin við Landavegin í vesturbýnum í Havn gjáranáttina.
Innbrotið er framt millum klokkan hálvgum tólv sunnukvøldið og klokkan fimm í gjáramorgunin.
Tjóvurin ella tjóvarnir hava brotið ein rút og eru farnir inn á skrivstovuna í handilsbygningunum.
Har hava teir brotið upp pengaskápið og tikið størri peningaupphædd í reiðum peningi.
Kanna upptøkur
Rúni Vesturklett, vaktleiðari, vil ikki siga, hvussu nógvur peningur er stolin.
Løgreglan kannar í løtuni upptøkur frá vakmyndatólum, og fólk í grannalagnum verða eisini avhoyrd.
Løgreglan vil eisini frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt í økinum hesa náttina - frá sunnukvøldinum kl. 23.30 til mánamorgunin kl. fimm.
Løgreglan hevur tlf. 351448.





















