Skipanes verður umvælt í Hongkong

Skipanes verður umvælt í Hongkong
Roknað verður við, at umvælingararbeiðið fer at taka seks til átta vikur
Skipanes er nú á veg til Hongkong, har skipið verður umvælt eftir skaðan, sum eldurin elvdi til.
Mynd: Smyril Line  
 
18.09.2026 - 08:08

Skipanes hjá Smyril Line hevði last umborð, millum annað umleið 900 elbilar, tá eldur kom í hann fyrr í hesum mánaðinum.

Skipanes kemur til Hongkong í morginári.

Har skal skaðin, sum skipið fekk, umvælast, sigur stjórin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen.

Hann skrivar í sms-boðum, at skaðin er avmarkaður, og roknað verður við, at umvælingararbeiðið fer at taka seks til átta vikur.

Skipanes er lastaður, og umborð eru millum annað umleið 900 el-bilar, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

 

Eingin fólkaskaði

Sambært Vesselfinder og Marinetraffic er Skipanes á veg til Hongkong úr Kina. Skipið fór úr Xiamen í Kina mikunáttina.

2. september kom eldur í maskinrúmið hjá Skipanesi. Hann var skjótt sløktur.

Eingin fólkaskaði var. Í manningini eru 23 mans.

Skipanes, sum er á veg til Føroya úr Kina, har skipið er bygt, var 20 fjórðingar úti fyri Taivan, og fór inn á skipasmiðju í Kina at verða kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329