Sambandsflokkurin størstur

Sambandsflokkurin størstur
Sambandsflokkurin hevði staðið sum vinnarin, um løgtingsval var nú, vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið hjá Portalinum.
Sambandsfólk kunnu fegnast, tí nýggjasta veljarakanningin gevur flokkinum størstu undirtøkuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2024 - 12:03

Sambandsflokkurin hevði blivið størsti flokkur við níggju tingsessum og 26,3 prosentum av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin hevði við 25,2 prosentum blivið næststørsti flokkurin og fingið átta tingsessir.

Við 17 tingsessum kundu teir báðir flokkarnir, sum nú sita í andstøðu, einsamallir skipað samgongu.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 19,3 prosent og sjey tingsessir, og Tjóðveldi hevði fingið 15,9 prosent og fimm tingsessir.

Framsókn og Miðflokkurin høvdu fingið hvør sínar tveiur tingsessir fyri ávikavist 5,9 og 5,4 prosent av atkvøðunum.

Sjálvstýri hevði ikki komið á ting hesaferð heldur, tí hann hevði bara fingið 1,9 prosent av atkvøðunum.

500 fólk hava svarað kanningini, og 10,5 prosent hava ikki tikið støðu, 1,3 prosent høvdu ikki farið á val, og 3,3 prosent høvdu atkvøtt blankt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558