Kommunala eftirlitið skal endurskoðast

Kommunala eftirlitið skal endurskoðast
Landsstýrismaðurin í kommunumálum heldur, at tað kann tykjast, sum persónlig sambond avgera, hvør fær uppgávur
Frihedsbrevet. fo sigur, at í minni enn tvey ár hevur Tórshavnar kommuna givið Articon arbeiði fyri 385 mió. kr., uttan at bjóða tey út. (Savnsmynd)
 
15.02.2024 - 08:12

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, arbeiðir við at endurskoða Kommunala eftirlitið, sum hann heldur vera ov veikt og tí má styrkjast.

Tað skrivar Frihedsbrevet.fo

Blaðið skrivar, at í minni enn tvey ár hevur Tórshavnar kommuna givið byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir, uttan at uppgávurnar eru bodnar út. 

Hetta og mál, sum áður hava verið frammi um vantandi útboð, hava fingið landsstýrismannin í kommunumálum, Bjarna Kárason Petersen, at taka málið upp innanhýsis. 

 

Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í lógarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Eftirlitið ov veikt

Hann sigur við Frihedsbrevet, at tað kann tykjast, sum at tað eru persónligu sambondini, sum avgera, hvør fær hvørjar uppgávur, og at hann tí ætlar at taka málið um alment útboð upp politiskt.

Bjarni Kárason Petersen hevur, sambært Frihedsbrevet, tikið málið upp innanhýsis í ráðnum, og ætlar at finna fram til, hvussu kommunurnar kunnu fáast at bjóða alt keyp út alment. 

Samstundis arbeiðir landsstýrismaðurin við at endurskoða Kommunala eftirlitið, sum hann heldur er ov veikt og má styrkjast, skrivar Frihedsbrevet.fo
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523