- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun og Füchse einsamallir á odda
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin liggja nú einsamallir fremst í týsku bundesliguni.
Stóru kappingarneytarnir og favorittarnir til at vinna týska meistaraheitið, Magdeburg, taptu í dag fyri fyrstu ferð í 30 dystum, og tí er høvuðsstaðarfelagið nú tvey stig frammanfyri.
Füchse Berlin vann í gjár 30-26 á Lemgo í Max-Schmeling-Halle, tó uttan at føroyski vongurin skeyt nakað mál.
Elias tvey mál í sannførandi Kiel-sigri
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt tvey mál, tá THW Kiel vann 39-36 á Stuttgart.
Dysturin var javnur fyri steðgin, men teir hvítu og svørtu tryggjaðu sær sigurin fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, tá teir fóru frá útiliðnum.
Stuttgart minkaði um munin móti endanum, men tá var alt longu avgjørt. Kiel er framvegis á 4. plássið við 30 stigum. Tvey stig frammafyri liggja Flensburg og Jóhan á Plógv Hansen.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt tvey mál og legði upp til eitt í Kiel-heimasigri
Evropeiskir dystir í vikuni
Hósdagin spælir Kiel á heimavølli í Champions League ímóti Eurofarm Pelister. Týska stórliðið er fremst í sínum bólki við 16 stigum, meðan mótstøðuliðið úr Norðurmekedónia einki stig hevur fingið enn.
Tí er alt annað enn ein sigur til Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnar mestsum óhugsandi.
Füchse Berlin spælir í Evropa League týsdagin ímóti Sporting. Týskararnir eru fremst í sínum bólki við seks stigum, meðan portugisararnir eru nummar tvey við fýra stigum.