Føroyar fáa lættari leið til EM-endaspælið næstuferð

Føroyar fáa lættari leið til EM-endaspælið næstuferð
Leiðin til næsta EM-endaspæl í hóndbólti er blivin nakað lættari hjá føroyska manslandsliðnum, sum verður í næstovasta styrkibólki, tá lutakastið verður í mars
Hákun West av Teigum og hinir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti fáa væntandi eina lættari leið til EM-endaspælið í 2026
Mynd: kolektiff  
 
21.02.2024 - 18:17

Søguligi javnleikurin móti Norra í Berlin, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu javnaði við brotskasti í síðstu løtu, slóðar fyri einari lættari leið fram til næsta EM-endaspæl í honbólti.  

Verður javnleikurin samantvinnaður við hinum góðu úrslitinunum, ið A-landsliðið í hondbólti hevur fingið seinastu árini, sum ber tað við sær, at Føroyar verða í næstovasta styrkibólki, tá lutakast um komandi EM-undankappinginina verður 21. mars.

Manslandsliðið í hondbólti er nú styrkimett sum nummar 20 í Evropa í løtuni. 

 

Sleppa undan sterkum tjóðum

Við at vera í næstovasta styrkibólki, sleppa føroysku menninir undan londum sum Eysturríki, Montenegro, Serbia, Póllandi, Kekkia, Norðurmakedonia og Grikkalandi.

Julian Johansen, hjálparvenjari, fegnast um støðuna. 

"Tað hevur sjálvandi øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit eru fluttir ein styrkisbólk upp, tí tað ger okkara møguleikar so øgiliga nógv betri, tí vit sleppa undan teimum allarsterkastu londunum."

Styrkimetingin byggir á úrslitini seinastu árini, og har telur javnleikur móti Norra nógv. Men eisini tann sannroynd, at Føroyar spældu seg til EM-endaspælið í Týsklandi í januar, hevur nógv at siga. 

 

Ansa eftir ikki at blíva vónbrotin

Hóast fyritreytirnar eru betri at spæla seg til EM-endaspælið, nú manslandsliðið í hondbólti er styrkimett í næstovasta bólki, er tað er ikki ein avgreiðsluspurningur at spæla seg til EM í 2026.

"Tað er í fínasta ordan, at fólk blíva spent, tí framgongdin innan føroyskan hondbólt hevur verið stór. Men vit mugu ansa eftir, at vit ikki blíva vónbrotin, um vit ikki spæla okkum til eitt endaspæla á hvørjum ári," ávarar hjálparvenjarin. 

EM-endaspælið í 2026 verður leikt í Danmark, Norra og Svøríki, og vertslondini hava fast pláss í endaspælinum. Harumframt hevur verandi meistarin, Frakland, eisini tryggjað sær pláss í kappingini. 

Men lutakastið til EM-undankappingin 21. mars hevur ikki hægstu raðfesting hjá føroyska manslandsliðnum beint nú. Tað hava dystirnir móti Norðurmakedónia, um at koma við til HM. Play-off dystirnir verða spældir úti og heima 8. og 12. mai, og vinnarin sleppur við til HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Kroatia í januar næsta ár.

 

EM_hondboltur_Foroyar_20022024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356